Hvønn dag

Orð og lag: Tim Wilde
Týtt: Árni Jacobsen

Tá eg mær til Jesus vendi,
sálarfriðin eg fann.
Burtur er nú øll fordøming
bert við trúgv á hann.
Av hans keldu nú eg drekki,
manna sál mín nú fær.
Hvat so enn mær møtir her,
hann gerst dýrari mær.

Hvønn dag fram á leið
hann gerst dýrari mær.
Hvønn dag á trúarveg
Jesus stendur mær nær.
Ein dag eg fylgist við honum
á tí himmalsku strond.
Hvønn dag fram á leið
hann gerst dýrari mær.

Smakka kanst tú lívsins vatnið,
um tú kallar á hann.
Tín tosta sløkk í tí lind,
sum frá krossi rann.
Handan sýn eitt land eg hómi,
– skjótt, so eri eg har.
Hitt sæla, fagra himmallandið,
gerst enn dýrari mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin