Hvønn dag, sum fer

Orð og lag: Dawn Smoot
Týtt: Árni Jacobsen

So mangt kann henda í eitt lívsæviskeið,
og freistingar og royndir koma á leið.
Harrans lyfti standa við, tey orð ugga meg:
“Kom til mín við byrðini, tær hvílu gevi eg.”

Hvønn dag, sum fer, mær tørvar meir at kenna teg
í brøttum líðum,
í trongum tíðum.
Hvønn dag, sum fer, mær tørvar meir at kenna teg.
Hjálp mær at minnast, mær tørvar teg hvønn dag.

Mangan morgun, tá eg vakni, nívir ivin mína sál,
lat meg kenna tína hond, er gøtan hál,
og tann tíð, ið fór um bak, hon í ævir farin var.
Harri, fyri hvønn ein dag meg lær at takka tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin