Hvønn ein andadrátt, vit draga

Orð og lag: Gary S. Paxton
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: Breath goes in and breath goes out

1. Hvønn ein andadrátt, vit draga,
ein teir verða færri – tíðin slær,
løta kom, og tími svann,
eins og fannir – vársól bræðir tær.
Fólk av ótta eru nívd,
men kletturin er lívd –
og eg ei verði eldri – men skjótari heim.

Niðurlag: Nærri mítt heim – í frið um ævir liva.
Nærri mítt heim – í allar ævir hvíld.
Nærri mítt heim – í Jesu hond at halda.
Nei, vit ei verða eldri – men skjótari heim.

2. Fólk tey flakka – og tey undrast,
tó tey vita, jørðin – hon er dømd –
bíðandi og ivandi,
tey geva ikki Sannleikanum sømd.
Áh, hoyr nú! – Harrin bjóðar tær
– einsamur ei far –
tí vit ei verða eldri – men skjótari heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin