Hvønn ein mánadag

Orð og lag: Birni Dam

Hvønn ein mánadag eri eg í ringum lag,
tá í Sjónleikarhús eg fara skal í dans.
Eg má fara við, annars fái eg ei frið,
tí um systur fer til hús við Petur Hans.

Eg blívi ør, ja púra skjør,
at fáa mær ein stakkals frystan navigatør
Eg blívi ør, ja púra skjør,
at fáa mær ein stakkals frystan navigatør

Hvønn ein mikudag eri eg í góðum lag,
tá í Tórshøll niðan fara skal í dans,
tá mítt hægsta ynski er: gævi Thetis liggur her,
tí tá havi eg í minsta lag ein kjans.

:,: Eg blívi ør, ja púra skjør,
tá bert eg síggi ein danskan buksuknapp-sjarmør :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin