Hvønn ein morgun av nýggjum

Týtt: Árni Jacobsen

Hvønn ein morgun av nýggjum
dagurin rísur við nýggjum ljósi,
hvør ein dýrd, mær opinberast her.
Hvønn ein morgun av nýggjum
Jesus við kærleika bíðar mær.
Hvønn ein morgun nýggj hans náði er.

Sólin reis í morgun,
líktist sær sjálvari – sum í gjár.
Fuglur sang sítt sama káta lag.
Døgg sá eg skyggja á hvørjum strá
og bløðini á hvørjari grein.
Rann mær í huga, Gud gjørdi tað alt
fyri meg.

Hvør var tann skaparhondin,
sum skapti stórbæru høgu fjøll
og breiddi út tey høv so djúp og so víð.
Lívsanda sín hann øllum gav,
hans rødd broytir myrkur til dag.
Mær hesa lívsgávu gav hann – hon er frí.

Hvønn ein morgun av nýggjum
dagurin rísur við nýggjum ljósi,
hvør ein dýrd, mær opinberast her.
Hvønn ein morgun av nýggjum
Jesus við kærleika bíðar mær.
Hvønn ein morgun nýggj hans náði er –
:,: hvønn nýggjan dag.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin