Hvønn teskar tú við nú

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

eg fór rennandi niðaneftir
tá tú kom gangandi omaneftir
og vit hugdu
og vit hugdu
eg misti allar mínar pengar
teir fóru á rull
og eg fór rennandi aftan á
og tú flenti
og tú flenti

tá var tað, tú teskaði mítt navn
tómhentur tók eg teg í mín favn
hvønn teskar tú við nú?

vit fóru at fylgjast
og tú fór altíð at keypa tær okkurt
og tú keypti
og tú keypti
eg minnist regnið í andliti tínum
tann morgun’ tú bankaði uppá
hevði okkurt álvarsligt at siga mær
og vit tosaðu
og vit tosaðu

tað var eg, ið tók teg í mín favn
og tað var tú, ið teskaði mítt navn
hvønn teskar tú við nú?

FavoriteLoadingGoym tekstin