Hvør á Harrans síðu

Orð: Frances R. Havergal
Lag: Caradog Roberts
Týtt: Zacharias Zachariassen

Hvør á Harrans síðu fram seg stilla vil?
Hvør hitt góða stríðið frítt seg bjóðar til?
Hvør vil heimin vraka? Hvør vil siga: Nei!
Greiða støðu taka, ganga Harrans leið,
vit á Harrans síðu, náði tíni við,
fram nú vilja stíga, nær at tíni lið!

Fjart frá tær vit stóðu, full av sorg og sút,
men við tínum blóði loyst vit eru út.
Tann, ið til tín kemur, fylling tína fær,
vilja tín hann fremur, eggjaður av tær.
Edurloyst, útfríað, náði tíni við,
vit í hernað stíga, nær við tína lið!

Fremmand her at vera, kend, sum ikki fyrr,
vald hans boð at bera, sett í kongsins hirð.
Burt úr Harrans heri rekiðsvøvn og rús,
eldhugað nú verðið, trúføst, djørv, og fús.
Varða okkum, Harri, náði tíni við,
støðuføst og nærri, nærri tíni lið.

Hvast kann stríðið vera, sterkur fíggindin,
kongsins orð tó gera vísan sigurin.
Halt tí á ótroyttur, fylkist øll um hann,
sannleikin óbroyttur aldri vikast kann.
Glað á tína síðu, náði tíni við,
vit í vápnagnýið stíga, tær við lið!

FavoriteLoadingGoym tekstin