Hvør álvarsom og greið

Hans Georg NägeliVictor Danielsen
Lag: Hans Georg Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

Hvør álvarsom og greið
man ljóða Jesu rødd:
Tann sál, ið frelst skal verða, má
av nýggjum verða fødd!

Av nýggjum verða fødd
er tað, sum Harrin vil;
tí betran munar ikki her,
nei, lív vit treingja til!

Av nýggjum verða fødd
og lív frá Gudi fá;
tú aðrar leiðir royna kanst,
men ei til Himmals ná.

Av nýggjum verða fødd
og koma heim til Gud;
bert tann, hvørs hjarta reinsað er,
kann fá hin sæla lut.

Av nýggjum verða fødd!
Hann rópar: Kom til mín!
Og honum leingist enn í dag
at senda lív til tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin