Hvør dýrt hitt Jesu navn tó er

Orð: John Newton
Lag: Alexander R. Reinagle, Cuthbert Howard
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør dýrt hitt Jesu navn tó er,
eins gudsbarns fasta borg!
Tað sakn og váða burtur ber
og linar hjartans sorg.

2. Tað grøðir hvørt eitt hjartasár,
burt ótti, ivi fer,
er lívsins manna ár um ár,
eitt træ, sum lívsfrukt ber.

3. Hitt navn, tað er mín trygga borg,
mín skjøldur og mítt skjól,
mín skattur, fríur fyri sorg,
mín sæla og mín sól.

4. Vár Frelsari, vit játta teg
sum Prest, Profet og Kong,
sum lív, sum ljós, sum vón, sum veg,
tær bera takkarsong!

5. Veik tøkkin er, vit veita tær;
tó prísa vit í dag,
til betri prís vit bera har
í ljósa Himmalstað.

FavoriteLoadingGoym tekstin