Hvør dýrt at savnast, Harri, her

Orð: Therese Engström
Lag: Alexander R. Reinagle, Cuthbert Howard, Thomas A. Arne
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør dýrt at savnast, Harri, her
um títt hitt søta navn,
at gloyma alt, á foldum er,
og leita í tín favn!

2. Í heilagari gleði tær
vit prísa vilja nú;
tí eingin annar vinur var,
áh, Jesus, eins og tú!

3. Tú toldi krossins beiska deyð,
og eina har tú stóð;
at frelsa okkum út úr neyð
tú lætst títt dýra blóð.

4. Til fyrigeving syndanna
tað, Harri, runnið er,
og til títt minni dýrt er tað,
vit bróta breyðið her.

5. Inntil tú kemur, er títt orð;
tó ert tú okkum nær;
takk fyri hetta ríka borð –
vár troyst tað mangan var!

FavoriteLoadingGoym tekstin