Hvør ein fuglur reiður sær man vita

Orð: Ókendur
Týtt: Alfred Petersen (1. 2. og 4. ørindi umframt niðurlagið) og Kajfinn Hammer (3. ørindi)

1. Hvør ein fuglur reiður sær man vita,
revurin sær nógvar holur veit!
Jesus mátti stað úr staði flyta,
einki heim – tað sárt í hjartað neit.

Niðurlag: Hoyggj og hálmur javnan var Hans lega,
oyðimørk Hans bønarstaður var!
Fram við Jordans á Hann mundi streva,
Sonur Guðs, til lív at vinna tær!

2. Fyri frið at fáa til at biðja,
fór til fjals Hann manga kvøldarstund.
Meðan alt, ið skapt var kundi tiga,
unti Hann Sær ikki tryggan blund.

3. Og tá fólkið nívt til Hann sær vendi,
altíð kærleiksfullur tó Hann var;
onga nívda sál Hann burtur sendi,
børnini Hann eymt at barmi bar.

4. Tað er synd og skomm, vit okkum gremja,
um vit minnast, hvør ið Jesus var.
Gævi Guð, vit heldur munnu fremja
verkið, Jesus tungt á hjarta bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin