Hvør ein myrkur skuggi burtur horvin er

Orð og lag: Alfred H. Ackley
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: It is morning in my heart

1. Hvør ein myrkur skuggi burtur horvin er,
tað er ljóst í míni sál.
Fram í dagsljósi eg haldi mína ferð,
tað er ljóst í míni sál.

Niðurlag: Tað er ljóst, ja, tað er ljóst í míni sál,
Himmalheimið vorðið er mítt endamál.
Gleðisong eg syngja kann,
síðan Frelsarin meg fann.
Tað er ljóst, ja, tað er ljóst í míni sál.

2. Lívið her ein Himmal nú er vorðið mær,
tað er ljóst í míni sál.
Hvørja ábyrgd hon í kærleiksljósi sær,
tað er ljóst í míni sál.

3. Hesin frælsissongur gleðir sál og sinn,
tað er ljóst í míni sál,
allar ævir hann skal fylla Himmalin,
tað er ljóst í míni sál.