Hvør ein sonn og trúverd tala

Orð: Maud Fraser Jackson
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Oh, glad and glorious gospel

1. Hvør ein sonn og trúverd tala:
Jesus elskar syndaran!
Um vit enn tað mangan søgdu,
ei tað ov nógv sigast kann.

Niðurlag: Áh, frelsuboðið góða!
Við gleði syngið tað:
Í trúgv á Jesus eina
er frelsa frí í dag!

2. Fulla syndabót hann gjørdi,
liðugt frelsuverkið er;
vreiði Guds tað stillað hevur,
og tað okkum verdig ger.

3. Enn hans hond ber naglamerkið,
arr av spjóti síða hans,
tornastungin er tann panna,
sum ber heiðurs kongakrans.

4. Minst, at hesin sami Jesus
skjótt í skýggjum koma skal,
og til hann tá skulu fara
frelstir skarar uttan tal!

FavoriteLoadingGoym tekstin