Hvør eina letur Harran ráða

Orð og lag: Georg Neumark
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Wer nur den lieben Gott läßt walten (Hvo ikkun lader Herren råde)

1. Hvør eina letur Harran ráða
og fult á hann seg líta vil,
hann frelsast skal úr neyð og váða;
hvør myrkt og vónleyst alt stóð til,
hvør fult á Harran trýr, skal sjá,
hans hús ei stendur sandgrund á.

2. Statt, Guds barn, stilt í trúgv og bíða,
far fram í tøgn á Harrans leið!
So skalt tú sjá, hann vil teg fría,
ei svevur hann, hann blundar ei;
hann, Faðir tín, sum elskar teg,
vil leiða teg á beinan veg.

3. Tað er jú Gudi eingin møði,
hann talar bert eitt orð, og tá
í støvið boygdur er hin høgi,
og høgur tann, í armóð lá;
tann undurgerari er hann,
sum reisa nú, nú fella kann.

4. So, Guds barn, hvussu alt sær vendir,
far fram í trúgv og bøn tín veg,
og hugsa aldri, hvat so hendir,
at Harrin hevur svikið teg!
Tí Gud vil aldri gloyma tann,
sum stillur stóð og leit á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin