Hvør er bara átta ár

Hvør er bara átta ár?
Hvør er tað, sum grætur?
Hvønn vil eingin spæla við?
Jú, tað er neyðar Pætur.

Pápin átti felliknív
og mamman tríggjar grísar.
Pætur rak teir upp á loft
og skar teir so í flísar.

Pápin var í øðini,
og mamman misti hárið.
Pætur gav teim fleskasteik
sum plástur upp á sárið.

Men nú er vent í holuni,
øll geva honum gætur,
og tey siga: Hygg, har gongur
Grísaflísapætur.

FavoriteLoadingGoym tekstin