Hvør er hann, sum bíðar

Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør er hann, sum bíðar, bíðar
har við tínar dyr?
Hvør er hann, sum bankar, bankar?
Bankaði hann fyrr?
Far og bið hann koma inn!
Frið og vón hann ber;
Frelsari tín bankar, bankar,
Kongur tín tað er.

Niðurlag:
Lat honum upp, lat honum upp!
Við dyrnar bíðar hann;
lat honum upp!
Tí annars frá tær
hann fara kann.

2. Hoyrir tú hann siga, siga:
Kom, áh, kom til mín!
Fyri teg eg doyði, doyði,
doyði deyða tín.
Hygg mín síða, hygg mín hond,
hygg, áh, hygg á meg!
Syndir tínar, mangar, mangar
fyrigevi eg!

3. Enn hans rødd teg kallar, kallar;
hoyr, hvør mild hon er!
Bið hann inn, ver kvikur, kvikur,
áður enn hann fer!
Skal hann, skal hann tá við sorg
burtur venda sær,
eina tí hans kallan, kallan,
ei fær svar frá tær?

4. Eitt sinn tú skalt bíða, bíða
við tær gyltu dyr;
eitt sinn tú skalt rópa, rópa –
hví komst tú ei fyrr?
Hoyr tí kallið nú í dag,
lívið ævigt vinn!
Meðan enn hann bíðar, bíðar,
bið hann koma inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin