Orð og lag: Reidar Holberg
Týtt: Kajfinn Hammer
1. Hvør er Hann, sum fer har berandi kross Sín
á steinsettum gøtum mót Golgata heyg?
Hann stutt síðan ríðandi kom inn í staðin,
sum “Dávids son” Honum fagnaðu tey!
Niðurlag: Hygg, tað er Jesus, konganna Kongur,
harrana Harri og syndarans troyst!
Hann, sum læt rødd Sína ljóða um landið,
grøddi tey sjúku so tey vórðu loyst!
2. Til krossin varð negldur í svárari pínu,
leið háðan og spott, men sum lamb tegir Hann!
Í veð fyri syndarar blóð Sítt læt flóta,
eitt “Fullgjørt!” Hann rópti so andaðist Hann!
3. Í grøv teir Hann løgdu, hon væl varð innsiglað,
og keisarans hermenn har stóðu á vakt!
Men deyðan Hann breyt og av grøv aftur reis Hann,
og skjótt vit Hann síggja, sum Hann hevur sagt!

