Hvør er hann, sum kemur úr Edom

Victor Danielsen
Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør er hann, sum kemur úr Edom
í so reyðum klæðum – sig:
Hví er stungin, særd hans síða,
hendur hans og føtur við?
Áh, hvør er hin sorgarmaður,
áh, hví man hann líða so,
tá ið tó hvørt spor, hann stígur,
eina ber um kærleik boð?

Niðurlag:
Tað er Jesus, konga Kongur,
hann, sum heimsins syndir ber;
sál, áh, boygg teg fyri honum!
Mentur til at frelsa hann er.

2. Hvør er hann, sum eina má stíga
Harrans vreiði persuker,
meðan øll, hann hevur troystað,
svíkja hann og flýggja her?
Hvør er hann, sum ei seg gevur,
tó so háðaður hann er?
Hvør er hann, ið fyri okkum
eins og lamb í deyðan fer?

3. Hvør ert tú, sum, tó tú so líður,
fagrastur av øllum ert,
tó av hvøssum, hørðum tornum
er hin krúna, ið tú bert?
Áh, hví eru tínar kinnar
reyðar, fargaðar við blóð?
Hvør ert tú, sum, tá ið um galt,
eina, vinaleysur stóð?

4. Hvør er hann, sum einsligur doyði
á tí harða krossinum,
hann, ið bað um fyrigeving
fyri sínum fíggindum?
Hvør er hann – at jørðin bivar,
sólin myrknar, tá hann doyr,
meðan søtt av krossi ljóðar:
Tað er fullgjørt! Sál, áh, hoyr!

FavoriteLoadingGoym tekstin