Hvør er hon sum so yndislig gongur

Orð og lag: Elihu Pedersen
Týtt (mars 2012): Kajfinn Hammer

1. Hvør er hon sum so yndislig gongur
fram á rættferðarvegi so fríð,
sum ei skeitir til syndina longur,
heimsins æru ei meir leggur í?

Niðurlag: Tað er brúðurin á veg til sín Brúðgóm,
bert til Hann stendur hugur og sinn;
tað er brúðurin á veg til sín Brúðgóm,
skjótt hon trínur í brúdleypið inn.

2. Hvør er hon, sum so trúgv fylgir boðum,
hjarta Brúðgómsins rørdi og vann?
Hon hvørs eygu bert horva at Honum,
og hvørs ást stendur einans til Hann?

3. Hvør er hon, sum av bróður og vini
meint varð vanvird, tí hon ikki vil
her seg blanda við heimin sum hini,
tí at brúðleypið skjótt stundar til?

4. Hvør er hon, hóast trongdir hon líður,
ikki óttast ta komandi ferð;
seg við heilagum levnaði prýðir,
fyri Brúðgómin fagran seg ger?

5. Hon er von sum ein fannføgur lilja,
tó hon vaks har, ið illgresið stóð,
hennar trá er at gera Guðs vilja,
tí hon keypt varð við Hansara blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin