Hvør er Jesus? Hvør er Hann, sum eitt sinn doyði

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hvør er Jesus? Hvør er Hann, sum eitt sinn doyði,
sum varð misskiltur og háðaður í verð?
Er Hann tann, sum sónað hevur heimsins syndir?
Kann Hann frelsa øll, sum trúgva á Hann her?

Niðurlag: Hann er Sonur Guðs, alt vald er Honum givið,
krýndur er við miskunn Guðs og dýrdleika!
Hann er Vegurin og Sannleikin og Lívið,
og Hann rættir syndarum Sín kærleika.

2. Hvør er Hann, sum í Getsemane tók stríðið,
sum á Golgata leið krossins neyð og sút?
Hvør er Hann, sum lagdur varð í grøv ta myrku,
men hin triðja dagin livandi gekk út?

3. Takk, at Hann er tann, Hann sigur Seg at vera,
takk, at deyðans broddur nú er brotin av!
Honum tilkemur øll dýrd, øll æran, prísin
fyri frið, Hann móti heimsins syndum gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin