Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra

Robert LowryVictor Danielsen
Orð: Annie S. Hawks
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra,
fara hin tronga vegin á?
Tann, sum til reiðar er at fylgja,
hann skal víst lívsins krúnu fá.

Niðurlag: Hvør vil í dag, hvør vil í dag,
hvør er í dag, sum vil hoyra Jesus?
Hvør vil nú stíga á ta trongu leið
og fylgja Jesusi?

2. Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra,
líða við honum skomm og spott?
Hvør vil í Jesu fótspor stíga,
fylgja honum bæði dag og nátt?

3. Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra,
hvør vil nú vitna um hans navn?
Kom, halt teg til hin frelsta skara,
legg teg í Harrans opna favn!

FavoriteLoadingGoym tekstin