Hvør gáva er frá tær

Orð: William Walsham How
Lag: Lowell Mason og George James Webb
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: We give thee but thine own

1. Hvør gáva er frá tær,
mín Harri og mín Gud.
Ja, alt, eg tær sum gávu bar,
frá tær eg fekk – hvønn lut.

2. Títt húshald tú meg lær
at fara um so væl.
Á signingum, tú veitir mær,
eg ikki havi tal.

3. At hjálpa teim í neyð,
at veita linna við.
At vitja einslig tú mær beyð,
kunngera, Gud, tín frið.

4. At loysa fangar út
og leiða teir til tín.
Teim gleði bera, stilla sút,
at skeinkja lívsins vín.

5. Títt orð mær ljósið ber,
upp lýsir myrkan dag,
so lívið gerst ein fagnarferð
til sæla dýrdarstað.

FavoriteLoadingGoym tekstin