Hvør gevur til hjarta mítt sælasta frið?

Orð og lag: Nicholas L. Ridderhof
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør gevur til hjarta mítt sælasta frið?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!
Og hvør er tann klettur, eg styði meg við?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!

Niðurlag:
Bert Jesus, bert Jesus,
bert hann gevur sálini lukku og frið!
Ei rætt kann tað sigast,
men tó kann ei tigast,
hvør vinur, ið mær er Jesus.

2. Hvør eigur hitt vatnið, sum vekja kann deyð?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!
Hvør gevur í oyðimørk sálini breyð?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!

3. Hvør gevur mær hvíld, tá ið sálin er móð?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!
Og hvør átti hjálp, tá ið trongdur eg stóð?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!

4. Ja, hvør er mín stjørna í myrkastu nátt?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!
Hvør kemur og tekur meg heim til sín brátt?
Bert Jesus, ja, eina Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin