Hvør gleði tað er at finna

Orð og lag: Kirsten D. Hansen
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør gleði tað er at finna,
tá eina ein gongur her,
ein bróður- og systurskara,
sum somu leiðina fer!
Tað er sum ein svalligur drykkur
ein tostleittan summardag,
sum skýggi í sólarhita,
ein pílagrím lívgar tað!

2. Tá bankar hjartað, og blóðið
so heitt gjøgnum æðrar fer!
Og hvat ið tað er at elska,
fyrst tá okkum skilligt er!
Tí her er kærleikin reinur,
her er eingin órein glóð;
so heitur og sterkur hann logar,
og styrkir sinnini móð.

3. Ei tungan dugir at siga,
hvat djúpt í sálini býr;
tó fegin vit vilja tala
um tað, sum várt hjarta trýr;
og vera í bøn tilsamans,
og minna vár Guð á tey,
sum saman við okkum stríða
í freisting, í trongd og neyð.

4. Ei skyldskapur er á foldum,
ið hvat vit enn nevna hann,
sum bindir hjarta at hjarta,
sum sinnini eina kann,
sum hetta, at eiga tilsamans
ein Guð og ein Frelsara;
í somu trúgv verða borin
og einast um náðina!

5. Hvat verðin eigur at bjóða
tí frelsta, er lítið vert!
Hann veit, hitt høga hjá monnum
er Guði ein andstygd bert!
Men lat hann sleppa at savnast
við teimum, sum elska Guð!
Tá sannar væl alt hans hjarta,
hann eigur ein sælan lut!

6. Og tá hon so er at enda,
hin troyttandi lívsins ferð;
tá skulu vit møta øllum,
sum elskaðu Harran her!
Har talast ei um at skiljast,
“farvæl” ei biðja vit tá;
í ævir vit eru tilsamans
vár Guði og Frelsara hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin