Hvør Harran eina letur ráða

Orð: G. Neumark
Týtt: Jákup Dahl

1. Hvør Harran eina letur ráða
og á hann lítur lív og lund,
tí bjargar hann úr alskyns váða
og hjálpir hann á neyðarstund;
hvør lít til himna setur svá,
hann kyksendi ei byggir á.

2. Hvat hjálpir okkum, um vit kúra,
hvat hjálpir okkum sorg og sút,
hvat hjálpir tað hvønn dag at stúra
og vónleys ganga inn og út!
Nei, kúrur og slík kærumál
bert blanda okkum beiska skál.

3. Halt, kristin sál, í trúgv teg stilla,
í treysti gakk tú Harrans leið,
hans vísdómsráð teg aldri villa,
hans vaktareyga svevur ei,
og skaparin best vita man,
hvat tær at gagni vera kann.

4. Hann alt til frama okkum beinir,
á rættu stund er hjálp hans nær,
um okkum sakloysi sameinir,
og svikræði hann einki sær,
so kemur hann, hvørt so enn er,
og okkum miskunn við sær ber.

5. Guðs veldishond kann eingin binda,
hans sterka orð ei svitast man,
til jarðar kann hann ríkan rinda,
og arman upp hann lyfta kann;
Guð eina hevur henda mátt
at fella brátt og reisa hátt.

6. Við lov og bøn gakk Harrans leiðir,
og røkta trúgvur verk títt alt,
tá signing tú í væntan eigur,
og hvønn dag hana njóta skalt;
tí hvør við Guði samleið fer,
av honum ikki svikin er.

FavoriteLoadingGoym tekstin