Hvør hevur boðnum trúð, Gud okkum sendi

Orð: Victor Danielsen
Lag: J.P.E. Hartmann

1. Hvør hevur boðnum trúð, Gud okkum sendi,
hvør hevur trúð, so Harrans arm hann kendi,
hvør søkti eftir Gudi, til hann fann?
Hvør hevur eygað frískt og opið oyrað,
so hann um heimsins Frelsara kann hoyra
og kenna hann?

2. Hann føddur varð, men ei við glans og heiður,
tað, høvd hans hvílir á, hann ikki eigur,
ei nakra dýrd og útsjónd hevði hann;
vit sóu hann, men ikki vit hann kendu,
við vreiði, hatur, spott sær verðin vendi
til henda mann.

3. Hann royndur var við sjúkum, sorg og pínum,
misfataður og vanvirdur av sínum,
hann ormum, ikki monnum líkur var;
ei hildu vit hann hava nakað virði,
mong hjørtu óttast máttu av tí byrði,
hann bar á sær.

4. Men sanniliga, várar sjúkur var tað,
hann bar á sær, og hetta hjarta særda
bar várar pínur, vára sorg og neyð!
Í blindleika vit hildu, hann var sligin,
sum fyri okkum var av Himli stigin
til krossins deyð.

5. Synd okkara, hon voldi, hann var særdur,
hann fyri sløg og spýtt var ikki spardur,
vár straff og vári misbrot raktu hann;
tí er nú fyri okkum ljós og friður,
við sárum sínum sálarbót og sigur
hann okkum vann.

6. Her kann hvør sál, sum orkar ei at liva,
í trúgv seg boyggja og so fáa skrivað
í Himlinum í lívsins bók sítt navn;
her skulu armir fangar frælsi vinna,
her skal hvør ein, ið kemur, opnan finna
Guds faðirfavn.

FavoriteLoadingGoym tekstin