Hvør hevur meiri grund at siga

Orð: Abraham Grimstvedt
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør hevur meiri grund at siga
av hjarta takk og gleða seg
enn vit, sum kenna og tilbiðja
ein slíkan Harra, Gud, sum teg!
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk, áh, Gud, halleluja!

2. Frá syndini vit eru tváað,
í blóðinum vit eru loyst,
Guds børn vit eru, og vit fáa
hjá honum arv – áh, stóra troyst!
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk áh, Gud, halleluja!

3. Kann nakar vera meiri tryggur,
at einki honum skaða ger,
enn hann, sum seint og tíðliga liggur
í Harrans hond og barn hans er!
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk, áh, Gud, halleluja!

4. Ta dýrd, sum eingin kennir slíka,
vit skulu skjótt í Himli sjá,
vit eiga framtíð, stóra, ríka,
og skulu vit ei gleðast tá!
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk, áh, Gud, halleluja!

5. Tá Jesus kemur – áh, tann lukka!
Vit skulu sum hans brúður stá,
ei troyttast meir, ei syrgja, sukka,
hans ásjón glað vit skulu sjá.
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk, áh, Gud, halleluja!

6. So, vinir, latið okkum fylgja
og tæna honum, hvat enn brast,
og tá ið brýtur sorgarbylgja,
bert standa still og trúgva fast!
Tí syngur hjarta okkara:
Hav takk, áh, Gud, halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin