Hvør hugar ikki barnaheimið

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

1. Hvør hugar ikki barnaheimið,
har vøgga vár so vøkur stóð,
vár kæru øll í sorg og gleimi
oss góvu minnini so góð.
Um heimið ei var stórbært bygt,
tað tó á kletti Krists stóð trygt.

2. Á sjógv, í bjørgum, bø og haga
varð lívið lagt í Harrans hond,
tey tolin bóru Harrans aga,
ja, mangan var teim lagnan vánd,
av sjúku, deyða, armóð tey
ei altíð høvdu dagligt breyð.

3. Men fedrar várir gripin áttu,
ið fasta gudstrúgv teirra var,
hon treivst so væl í lítlu smáttu,
og mikla signing teimum bar.
Tey løgdu alt í Harrans hond,
teim hildu føstum trúarbond.

4. Nú stórar borgir víða standa,
og fólkið ferðast um við skund,
hvør hugsar um tann stóra vanda,
um fáur fer á Harrans fund?
Um borgin ei á Krist er bygd,
tá stendur húsið ikki trygt.

5. Gud gævi, at vit aldri gloyma
tann arv, vit fingu fedrum frá,
men gudstrúnna sum gripin goyma
ta stund, vit eru foldum á.
Alt annað fúnar burtur her,
bert trúgvin oss til himna ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin