Hvør hugnaligt, tá okkum hjá

Orð: Kingo
Týtt: Jákup Dahl

1. Hvør hugnaligt, tá okkum hjá
er Jesu orð hitt sæla,
og vit hans deyða minnast á
og um øll verk hans tala.

2. Í forðum lærusveinar tveir
um hetta mundu tala;
men hildu, Harrin aldri meir
reis upp úr deyðans dvala.

3. Men Jesus tá var teimum nær
á tungum sorgardegi;
tí tann, teir hildu deyður var,
upprisin var við gleði.

4. Mín Jesus, eg við eri her
ein neyðar ferðamaður,
brátt ár um annað burtur fer,
og ofta sorgin ræður.

5. Tær fylgist eg so fegin við,
upprisni Jesus mildi,
til himna eg við tína lið
so fegin ganga vildi.

6. O, fylgst við mær, eg sleppi ei,
o, hjálp mær fram at stríða
og fóta mær á himna leið,
um stundum eg man glíða.

7. Mín kvøldstund nær kann vera her,
um ungur ella gamal,
ver tú hjá mær, tá lokin er
mín aldur allur samal.

8. Tá, Jesus, eg úr hesi verð
skal heim til himna venda,
o gævi, tá mín útlegdferð
er komin væl til enda.

FavoriteLoadingGoym tekstin