Hvør kær mínum hjarta hin søgan tó er

Orð: John H. Yates
Lag: Matthew Lindsay McPhail
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør kær mínum hjarta hin søgan tó er,
hitt orðið, sum altíð er nýtt,
tó ótaldar tungur tað talaðu her,
hitt orð, sum ger hjarta mítt frítt!

Niðurlag:
Hitt orðið, sum altíð er nýtt,
tó talað so mangan og títt,
hin søga so kær
førir Himmalin nær –
hitt orðið, sum altíð er nýtt.

2. Hin søga kom til mín, tá bundin eg lá
í iva, í ræðslu, í synd;
sum eingil av Himli hon kom til mín tá,
gav sjón mær í eyguni blind.

3. Hon kemur til mín, tá ið freisting er nær,
og fella er sett fyri meg,
hon leiðir til klettin, sum bjargaði mær,
hin klett, sum er hægri enn eg.

4. Og tyngir meg sorgin, og eigur mítt høvd
ein stein bert at hvíla seg á,
hin søga meg uggar við lívgandi rødd,
og blómur ber oyðimørk tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin