Hvør kærleiki mót syndarum

Orð: Robert Boswell
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør kærleiki mót syndarum
av Gudi vístur er,
at tað, sum var fortapt, fortapt,
til síni børn hann ger!

Niðurlag:
Áh, hvør stóran kærleika,
hvønn kærleika vár Faðir víst mót okkum hevur,
at vit, at vit skulu nú
eiga hetta navn: Hans børn!

2. Ei longur langt av leið, men nú
ígjøgnum blóðið nær
og fagnað í tí elskaða,
vit eru Gudi kær.

3. Nær Jesus kemur, er ei kent,
og hvat vit verða tá,
men at vit verða honum lík,
og sum hann er hann sjá.

4. Og tann, sum eigur hesa vón,
hann reinsar sjálvan seg;
men verðin kennir ei títt fólk,
hon kennir ikki teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin