Hvør kann Harrans stórverk fata

Orð: Mikkjal á Ryggi

Hvør kann Harrans stórverk fata,
grunda út hans veldis gerð!
Alt, hann sendir, er til bata,
sjálvur kærleikin hann er;
heldur tú teg honum nær,
faðir besti er hann tær,
gávumildur øllum gevur
alt, til lívsins upphald krevur.

O, tað er so gott at hoyra
Harrans troystarríka mál:
»Ikki vil eg frá mær koyra
nakra sannleikskæra sál;
er hon ramlig, er hon mjúk,
er hon máttleys, er hon sjúk,
vil hon fram til frelsu náa,
stuðul skal frá mær hon fáa.«

Veikur royndist títt mín vilji,
ofta viltist eg av leið,
faðir mín, eg ikki skilji,
at tú tá mær slepti ei,
ússalig er sálin mín,
endaleys er náðin tín,
vil meg heim til himmals bera,
o, tí má eg glaður vera.

Geva vit tær alt í hendur,
svára sorg og søtan gleim,
hvørt so víkur ella vendir,
tá ber fram til faðirs heim,
til hin halga himlastað,
har sum tíni børn so glað
hátt við sálmasongi prísa
tær, sum okkum har vil hýsa.

FavoriteLoadingGoym tekstin