Hvør kann skilja teg frá Kristi kærleika?

Orð og lag: Christina Imsen (1. og 3. ørindi umframt niðurlag) og Kajfinn Hammer (2. ørindi)
Týtt: Kajfinn Hammer (1. og 3. ørindi umframt niðurlag)

1. Hvør kann skilja teg frá Kristi kærleika?
Kann væl angist, mótgongd ella sorg?
Ella kann forfylging, neyð og hungur,
skilja teg frá tínum Frelsara?

Niðurlag: Nei, eg veit, at hvørki deyðin, lívið,
hvørki tað sum kemur ella er,
eingin makt á hæddum ella dýpdum,
kann meg skilja frá Tær, Frelsari!

2. Um eg gjøgnum vatn og eld skal ganga,
um so hvør mær bakið venda vil;
um eg livi ella um eg doyggi,
veit eg, at eg hoyri Honum til.

3. Uttan ótta vil eg ganga víðari,
til í dag Hann trúfast leiddi, bar;
Hann, sum tekur hond um himins fuglar,
allar ævir Hann hin sami var!

FavoriteLoadingGoym tekstin