Hvør man í Himli størstur vera?

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 9. juli 2007.

“Hvør man í Himli størstur vera?”
so spurdu lærusveinar hans.
Eitt lítið barn teir hagar bera
alt eftir boðum Frelsarans.
Hann teirra millum setti tað
til fyrimyndar enn í dag!

“Eg tykkum her av sonnum sigi,
at um tit ikki venda við
og verða eins og børn, er stigið
heilt ógongt inn um Himnalið,
tí størstan tann víst meti eg,
ið lágt sum barnið setur seg.”

Tey miklu, mætu millum manna,
ið sýna stórverk, vit og mátt,
sum viga, máta, granska, kanna,
tey hesin heimur setur hátt.
Men so er ikki Himni á,
har øll tey stóru eru smá.

Víst Gud øll góðverk virðismetir,
hann hvørja góðgerð gjølla sær,
Hitt lítla barnið tó hann setur,
ið alt frá sínum faðir fær,
sum fyrimynd á frelsuleið,
– og onnur bjarging hepnast ei.

Av náði Guds vit frelsu fáa,
við trúnni sum ein gáva bert.
Í Kristi øll vit eru náðað,
tí alt í oss er einkisvert.
Meg, hjálparleysa barnið mítt,
Gud læt meg arva ríki sítt.