Hvør mangt eitt lambið gongur

Robert LowryVictor Danielsen
Orð: Ellen M.H. Gates
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør mangt eitt lambið gongur
á myrku fjøllunum
í hungri og í kulda
so langt frá hirðanum!
Í tornum varð tað fangað,
tá gleðin vunnin var,
og eiturkend var blóman,
sum vakrar litir bar.

Niðurlag: Áh, lat okkum lambið søkja,
sum á deyðans leiðum er!
Áh, hvør gleði, ein dag
kunna siga tað:
Hygg, hitt vilsta lamb er her!

2. Ja, hvør vil lambið søkja?
Hvør elskar Jesus so,
at gjøgnum stríð og offur
hann ber tey gleðiboð?
Ja, um so nógv tað kostar,
hvør vil tó halda á
at leita upp hitt falna
og heim hitt vilsta fá?

3. Hvør vil sítt egna gloyma,
ei spyrja, hvat er lætt,
men leita upp hitt lambið,
sum er í vanda statt?
Tí enn, enn Jesus bíðar,
enn hurðin opin er,
hann hyggur eftir honum,
sum lambið vilsta ber.

4. Hvør dýrdligt, um á kvøldi
eg siga kann við hann:
Her er títt lamb, áh, Harri,
sum eg á fjøllum fann!
Ja, sælur hann, sum líður
við evangelium
og breyð sítt lata fara
vil eftir vøtnunum!

FavoriteLoadingGoym tekstin