Hvør mettar uttan tú

Lag: Hans G. Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør mettar uttan tú,
áh, Gud, á lívsins veg!
Og tornar hvør ein kelda her,
so eiga vit tó teg.

2. Várt sinn tú festir nú
við tað, sum trúgvin sær;
og hví skal fólk títt hindrast tá
av tí, sum enda fær!

3. Gud gevur bert sum Gud,
tað gloyma vit so skjótt;
men verður eygað vent á hann,
tá lætnar hjartað møtt.

4. Og sum títt loysta fólk
vár styrki harí er,
at gjøgnum blóðið sita vit
í Himli longu her.

5. Ígjøgnum hetta blóð
vit eiga, Gud, tín frið,
tín stóra faðirkærleika
og arvin, ríkið við!

FavoriteLoadingGoym tekstin