Hvør og ein frelsast kann

Orð og lag: Nils Frykman
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Vem som helst kan bli frälst

1. Hvør og ein frelsast kann,
sum til Gud sær vendir.
Hetta boð Harrin Gud
út í heimin sendir.

2. Boðin inn hølt og blind,
ónd og góð til samans.
Lat tí øll fylla høll,
inn til gleði, gamans.

3. Hygg á hann, tað Guds Lamb,
ævigt lív hann gevur.
Arma barn, Satans garn
sundurskrætt hann hevur.

4. Hoyr meg nú, biður Hann:
„Gev mær nú títt hjarta“.
Og hann skal fylgja tær
vegin tann, hin bjarta.

5. Kom nú, sig, vend nú við
heim av villum vegi.
tryggur ver, orð hans er:
„Synd eg fyrigevi.“

6. Hetta boð Harrin Gud
út í heimin sendir:
„Hvør og ein frelsast kann,
sum til Gud sær vendir.“

FavoriteLoadingGoym tekstin