Hvør og ein, sum hoyrir – syngið, syngið tað

Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Whosoever will

1. Hvør og ein, sum hoyrir – syngið, syngið tað,
send hin glaða boðskap út til hvønn ein stað,
runt til hjørtu troytt, og ger tey frí og glað:
Hvør, sum vil, hann koma kann!

Niðurlag: Hvør og ein, sum vil, hvør og ein, sum vil!
Syng hin glaða boðskap: Hvør og ein, sum vil!
Gud hin vilsta sonin elskar, kallar hann:
Hvør, sum vil, hann koma kann!

2. Hvør og ein, sum hoyrir, skundi hann nú sær!
Nú er hurðin opin, inn við skundi far!
Bønir upp her stíga, Andin nú er nær;
hvør, sum vil, hann koma kann!

3. Hvør og ein, sum hoyrir – Harrin sigur tað;
hvør og ein, sum hoyrir, trúgv tí nú í dag!
Hvør og ein, sum hoyrir, kallinum sig ja!
Hvør, sum vil, hann koma kann!

FavoriteLoadingGoym tekstin