Hvør ótald nøgd av songum verður

Victor Danielsen
Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør ótald nøgd av songum verður
send upp av jørð til Jesu prís!
Og tó, hvør mangar fleiri ferðir
teir ljóða í Guds Paradís!
Tín barnaskari allur har
skal sameintur, Gud, lova tær!

2. Her mangan valla hoyrast kundi
hin veika, lága lovsongsrødd;
av heiminum var sinnið bundið,
av sorg og stúran sálin mødd,
ov lítið hugt varð uppeftir,
tí var vár songur lágmæltur.

3. Tá synd og sorg og neyð er svunnin,
og endað lívsins tronga ferð,
tá morgunstjørnan upp er runnin,
og sabbatshvílan komin er,
skal tøkkin fullan tóna fá,
og einki hana køva tá.

4. Men um tað ei á jørð kann vera,
so kemur tó tann dagur, tá,
vit sameind Gudi prís fram bera,
og hann eitt ódeilt lov skal fá;
tá fólk títt fram ein song tær ber,
sum ævigt tær til heiður er.

FavoriteLoadingGoym tekstin