Hvør sæl tó mangan er

Orð: Phœbe Cary
Lag: Philip Phillips
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør sæl tó mangan er
hin hugsan fyri mær:
Mær heimið nærri er í dag,
enn nakra tíð tað var!

Niðurlag:
Heiminum nærri,
nærri í dag,
heiminum nærri í dag, í dag,
enn nakra tíð eg var!

2. Ja, nærri nú tí stund,
tá eg skal síggja hann,
tá eingin sorg og eingin trongd
hans brúður tyngja kann!

3. Ja, nærri favni hans,
sum opnast móti mær!
Tá allar byrðar falla av –
ei stríð, ei neyð er har!

4. Ja, nærri nú enn fyrr
tí ljósu Himmalborg,
har lov og prís ei enda fær,
og burtur er øll sorg!

FavoriteLoadingGoym tekstin