Hvør signað, hvør signað tann stundin tó er

Andreas Peter BerggreenVictor Danielsen
Lag: Andreas Peter Berggreen
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør signað, hvør signað tann stundin tó er,
tá vit eru savnað í kærleika her!

2. Hvør signað er orðsins hin lívgandi makt!
Hon styrkir várt hjarta, sum Gud hevur sagt.

3. Hvør signað, hvør signað at kenna sín Gud
sum Faðir og orð hans at eiga í lut.

4. Hvør signað er vónin, til eitt okkum bant
í trúnni á Kristus – hans Andi er pant!

5. Hvør signað, hvør signað at eiga ta troyst,
at vit eru trygg og í blóðinum loyst!

6. Hvør signað, at deyðans og Helvitis makt
er brotin, sum okkum av Gudi er sagt!

7. Hvør signað, hvør dýrt er várt samfelag, her
sum limur av Kristi hvør einstakur er!

8. Hvør signað at líða við honum og tá
í Himli av hondum hans krúnuna fá!

9. Burt, verðin og alt, sum í henni eg vann!
Tann gleði ei longur mítt bróst fylla kann.

10. Mín sál hevur smakkað ta gleði, sum ei
kann finnast á synda og lystanna leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin