Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Orð: Robert Burns
Lag: Skotskt fólkalag / Auld lang syne
Týtt úr skotskum: Christian Matras

1. Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag,
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag.

2. Fyri mangan góðan dag, ið var,
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.

3. Vit runnu upp í brekkurnar,
har blomstur vaks og ber,
men síðan varð mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er.

4. Vit spældu allan dag við skip
og floyttu eftir á,
men leingi vítt og vágvilt hav
ímillum okkum lá.

5. Her rætti eg tær bróðurhond,
og rætt tú tína mær,
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var.

FavoriteLoadingGoym tekstin