Hvør søt var Jesu eyma rødd

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: Úr „Este’s Psalter“
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvør søt var Jesu eyma rødd:
Kom, frið eg veiti tær!
Kom, troytti, byrðina legg av
og hvíl teg her hjá mær!

2. Eg kom til Jesus, sum eg var –
so sjúkan hann meg fann –
í honum fann eg hvíld og frið,
meg glaðan gjørdi hann.

3. Hvør søt var Jesu eyma rødd:
Hygg, lívsins vatn er her!
Tú tysti, drekk og fá í dag
tað lív, sum ævigt er!

4. Eg kom til Jesus, og eg drakk
av kelduni, har rann;
brátt tostin sløktist, og mín sál
í honum lívið fann.

5. Hvør søt var Jesu eyma rødd:
Ljós heimsins eri eg;
kom, hygg á meg, og ljós tá er
á øllum tínum veg!

6. Eg hugdi á hann, og eg fann
í honum ljós og stav;
eg í tí ljósi ganga vil
til lívsins stríð er av.

FavoriteLoadingGoym tekstin