Hvør stórt at vera barn títt, Gud

Orð: Kirstin Andreasen
Lag: Jens Guttesen

1. Hvør stórt at vera barn títt, Gud,
øll signing rík mær fall í lut,
mín æra Kristus eina er.
Tær lov og tøkk mín sál fram ber,
ja, fyri myrka Golgata
og stóru, djúpu náðina.

2. Í heiminum ei friður er,
her deyðin, syndin valdið ber,
men Jesus, sum av Himli steig,
á krossins træi deyðan leið,
tí syngur sál mín glað og fró,
við sigri upp úr grøv hann stóð.

3. Gleð teg í Gudi, dýra sál,
skjótt vil hann føra teg á mál.
Vit takka fyri lyfti mong
og syngja Gudi fagnarsong,
í allar ævir vera sæl
við endurloystum uttan tal.

FavoriteLoadingGoym tekstin