Hvør tann, ið trýr, tá ið hann hoyrir orðið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 27. mai 2007.

Hvør tann, ið trýr, tá ið hann hoyrir orðið,
ið kom frá Gudi, og sum hold er vorðið,
hann hevur ævigt lív, til dóms ei kemur,
tað undurverkið Kristus sjálvur fremur.*

Um tit mítt orð í hjørtum vilja bera,
so skal eg sjálvur her hjá tykkum vera,
tað lyftið Jesus børnum sínum gevur,
sum valdið alt á jørð og himni hevur.

Og hvønn tann, sum Guds orðið vil varðveita,
Gud elska vil og skal til hansar leita,
hann sjálvur vil hjá sínum barni búgva,
ið elskar Gud, og trygt á hann vil trúgva.

Tey vitug eru, ið seg lata leiða
av orði Guds, so tey ei fótin meiða
á heimsins breiða vandamikla vegi,
men roynast trúgv, til lýsir fyri degi.

O, styrk oss, Gud, hitt góða stríð at stríða,
í trúnni standa føst, nú dagar líða.
at stevna fram í Kristi kraft og Anda,
til stríð er av, og einki kann oss granda.

FavoriteLoadingGoym tekstin