Hvør tann, sum trýr og doyptur er

Thomas KingoMikkjal á Ryggi
Orð: Thomas Kingo
Lag: 15. øld/Nürnberg
Týtt: Mikkjal á Ryggi

Hvør tann, sum trýr og doyptur er,
hann sælur vist skal vera;
við blóði Krists hann keyptur er,
sum reinan hann skal gera;
og síðan fram til halgan frið
í himmiríkis frelsta lið
Guðs eingil skal hann bera.

2. O, mildi Guð, vit biðja her:
Halt tey á halgum vegi!
Tú sjálvur teirra álit ver.
Styrk tey við tíni megi.
Og leið tey so við sonnu trúgv
heim í títt sæla himlabúgv
til himmiríkis gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin