Hvør trúði hinum boðskapi, vit hoyrdu?

Orð og lag: Torvid Pedersen
Týtt: Jákup Olsen (ørindi 1-3) og Kajfinn Hammer (ørindi 4)

1. Hvør trúði hinum boðskapi, vit hoyrdu?
Hvør sá Harrans arm útrættan har?
Sum planta veik Hann rann av turrum runni,
tað var Hann, sum heimsins syndir bar!

Niðurlag: Men Hann varð særdur fyri brot og syndir várar,
sligin fyri alla vára misgerð við;
straffin øll varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið,
og nú við sárum Hans vit eru grødd.

2. Ja, sanniliga bar Hann várar plágur,
várar sjúkur tók Hann á Seg tá.
Vit hildu, Hann var soraður og sligin,
øll vár synd og skuld á Honum lá!

3. Tó illa viðfarin Hann bar tað stillur,
og læt ikki upp Sín munn, á, nei.
Tí eins og lamb, ið dripið verður, tegir,
lýðin var til Hann í deyðan steig.

4. Hjá gudleysum at jarða Hann teir ætla,
men grøv hins ríka fekk Hann við Sín deyð!
Hann sigraði á djevli, synd og sjúku,
tá Hann reis upp og øllum frelsu beyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin