Hvør trygg er tann grundin, tit Guds børn, sum er

Orð: George Keith og Richard Keen
Lag 1: Joseph Funk
Lag 2: Valisiskt sálmalag
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: How firm a foundation

1. Hvør trygg er tann grundin, tit Guds børn, sum er
í orðinum løgd, henda grund tykkum ber.
Hvat meir kann har sigast enn tað, sum er sagt?
Gud við tykkum gjørt hevur æviga pakt.

2. „Miss tí ikki mótið, eg eri við tær,
eg eri tín Gud og vil vera tær nær.
Eg styrki teg, hjálpi tær, haldi tær fast,
mín armur skal bjarga, hvat annars enn brast.

3. Um tú gjøgnum vøtnini fara her skal,
um sorgarflóð djúpu eg leiði teg væl,
tí eg eri við og skal vera tín borg,
so halgað skal verða tín djúpasta sorg.

4. Um gøta tín ber gjøgnum eldroyndir her,
mín náði er við tær og uppi teg ber.
Ei eldurin sakar, mín ætlan er bert,
at reinur sum gull gjøgnum eldin tú fert.

5. Um gráhærdur, gamal tú verður, tó fer
mín kærleiki altíð at fylgja tær her.
Um ellin teg boyggir, mín armur tó skal
hvønn dag her á ferðini bera teg væl.

6. Ta sál, sum til Jesus her fór og fann frið,
ei fíggindin nakrantíð nema skal við.
Tann sál, sum í trúnni er bjargað og sæl,
ei svikin í ævirnar verða hon skal.“

FavoriteLoadingGoym tekstin