Hvør undurfult er ikki alt, ið Tú ger

Orð og lag: Emil Gustafson
Týtt: Hákun Djurhuus (ørindi 1-4) og Kajfinn Hammer (ørindi 5)

1. Hvør undurfult er ikki alt, ið Tú ger,
hvør kennir Tín alvísa veg?
Men eitt er tó vist, hvar enn Tú leiðir meg,
tann leiðin er best fyri meg.

2. “Her niðri tú veitst ei, Mítt barn, hvat tú ger’,
men tað skalt tú síggja ein dag!
Óróliga sál, ikki syrgin tú ver,
tín roynd skjótt er endað – ver glað”.

3. Ja, ymiskir vegirnir eru hjá Tær,
men hvønn Tú so velur til mín
kann gera tað sama, tá Tú ert við mær
í ferðarlag heimá til Tín.

4. Tá eg, sum Elias við stórari ferð,
skjótt foldini fara skal frá;
tá svinnur alt burtur, sum tyngdi meg her,
í ævir eg veri Tær hjá.

5. Ein margfaldur skari skal lovsyngja Tær:
Tú verdur til prís, heiður ert!
Hvør rættvísur, náðigur, Harri, Tú var
í ævir í øllum Tú gert!

6. So bíði eg tolin, at koma Tú skal,
tá skulu øll “hví” fáa svar.
Eg eigi ta vón og eg veit tað fullvæl,
eg eigi ein arv uppi har!

FavoriteLoadingGoym tekstin