Hvør vakurt er ikki sólarris

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 23. januar 1961. Broyttur í juni 2007.

Hvør vakurt er ikki sólarris,
tá roðin í eystri brandar,
og fuglurin syngur Gudi prís,
náttúran í lýkku andar.
Tá havið sum sveiti, spegilsblankt
í skyggjandi litum randar.

Við strondina báran kínir fles,
ei hvítir um flúr og tanga,
bert úti við boðar, nøv og nes,
sæst broddurin blíðan ganga.
Eg vakni við havsins lýggja lot
og lívsfrískan blómuanga.

Alvaldandi Gud eg biði teg:
veit hjálp mær á hesum degi
at vera tín trúgvi tænari,
ið sáa kann signing og gleði.
Tú sýni mær verk mítt henda dag
meg fylli við Andans megi.

Tá verkið er lagt í tína hond,
mín himmalski Faðir besti,
tá binda meg tíni sterku bond,
ið styrkja og geva treysti.
Í lýdni tú lati meg tæna tær,
til komin er dagurin evsti.

O, trúfasti Faðir, tú bønhoyr meg,
av náði tú hav meg í minni,
tá troyttur tín tænari leggur seg
til hvíldar á seinasta sinni.
Av várkunn tíni tú unni mær
at vakna í Himlinum inni.

FavoriteLoadingGoym tekstin